Áarlon

Frammi í Forna 1
340 Kvívík

tel. 662410

 Teldupostur: [email protected]

Leiðari: Gunnvá Edvardsdóttir

tel. 29 24 12 

 

  1. Barnið og í minsta lagi annað av foreldrunum, sum hava foreldramyndugleika/verji, skulu vera skásett og búsitandi í kommununi fyri at fáa stovnspláss í Kvívíkar kommunu.

 

 

 

  1. Kommunan kann tó í serligum føri gera undantak frá punkt 2, t.d. har barnaverndartænastan hevur givið sítt tilmæli. Tá verður skrivlig avtala gjørd við avvarandi kommunu, har barnið er búsitandi.

 

 

 

  1. Øll, sum søkja stovnspláss, fáa skrivligt svar frá stovnsleiðaranum um móttøku av umsóknini og við upplýsingum um, nær tey kunna vænta stovnspláss.

 

 

 

  1. Tá barnið byrjar, skal upptøkuskjal útfyllast við upplýsingum um barnið og foreldur/verja.

 

 

 

  1. Tá pláss er tøkt, skal fyrsta barnið á upptøkulistanum hava boð um stovnspláss.

 

 

 

  1. Um foreldur ikki taka av stovnsplássinum, verður barnið ikki flutt afturum á upptøkulistanum, um tey framvegis ynskja stovnspláss.

 

 

 

  1. Foreldur kunnu søkja leiðaran um, at barnið fær farloyvi frá stovnsplássinum í upp til eitt ár í senn við trygd fyri, at barnið fær stovnspláss aftur í kommununi, tá farloyvistíðin er úti. Treytin fyri farloyvi er, at barnið er burtur frá stovnsplássinum í minsta lagi 6 mánaðir. Í serligum førum kann víkjast frá regluni um í minsta lagi 6 mánaðar. Boðast skal frá 1 mánaða áðrenn farloyvi er úti, um barnið kemur aftur ella ikki.

 

 

 

  1. Børn við serligum tørvi koma fram um á upptøkulistanum í teimum førum, har barnaverndartænastan hevur givið eina nágreiniliga lýsing av støðuni hjá barninum. (Her verður hugsað um málsligar, sálarligar og sosialar trupulleikar).

 

  

 

  1. Tá barnið verður tikið úr plássinum, skal skrivlig uppsøgn latast leiðaranum seinast ein mánaða áðrenn barnið gevst til tann 01. í einum mánaða.