Áarlon

Frammi í Forna 1
340 Kvívík

tel. 662410
[email protected]

Leiðari:
Gunnvá Edvardsdóttir
29 24 12

Summardáin:
292413

Sóljan:
292414

Smæran:
292415

Blákollan:
292416

Baldursbrá:
292418

Hellan:
292411

§1
Kommununalur stovnur

Dagstovnurin í Kvívík er kommunalur stovnur, ið er góðkendur við heimild í lógtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt.

 

§2
Endamál stovnsins

Endamál stovnsins er, at veita eitt námsfrøðiligt tilboð, ið virkar í samsvari við Dagstovnalógina.

 

§3
Foreldraráð

1. stk.
Á stovninum skal veljast eitt foreldraráð. Ráðið skal arbeiða fyri, at bøta og styrkja um samstarvið ímillum foreldrini, stovnin og kommununa.

2. stk.
Leiðarin tekur stig til, at eitt ráð verður valt. Í ráðnum skulu vera 3 ella 5 limir, sum verða valdir fyri 2 ár í senn. Fyri hvønn lim, verður ein varalimur valdur.

3. stk.
Ráðið skal vera umboða av foreldrum/verjum, sum hava børn á stovninum.

4. stk.
Kommunustýrið ger viðtøkur fyri virksemi ráðsins.

5. stk.
Leiðarin skal møta á árliga foreldrafundinum.

 

§4
Setanarviðurskifti og uppgávubýti

1. stk.
Til tess at røkja dagligu leiðslu stovnsins, setir kommunustýrið ein leiðara við námsfrøðiligari útbúgving.

2. stk.
Stovnurin hevur opið yrkadagar.
Stovnurin verður stongdur 4 vikur um summarið.
Stovnurin er stongdur millum jól og nýggjár.
Stovnurin er stongdur vegna ráðleggingardag 2 dagar árliga.

3. stk.
Leiðarin hevur ábyrgdina av námsfrøðiligu leiðslu stovnsins og stendur fyri dagliga rakstrinum í samstarvi við kommununa.

4. stk.
Kommunustýrið ger upptøkutreytir, sum skulu góðkennast av landstýrismanninum sambært § 4, 2. stk. í løgtingslóg nr. 67 frá 10. mai 2000 um dagstovnar og dagrøkt.

6. stk.
Leiðarin førir høvuðsbók við upplýsingum um tey børn, ið eru á stovninum, navn teirra og aldur, foreldur/verja og hvussu leingi tey vóru á stovninum, og um orsøkina til, at tey fóru av stovninum.

7. stk.
Leiðarin skipar fyri arbeiðsætlanum, frítíðarætlanum, sjúkraseðlum o.s.fr.

 

§5
Fíggjarætlan

1. stk.
Tað áliggur leiðaranum, saman við kommunalu fyrisitingini, at gera uppskot til fíggjarætlan, sum verður løgd fyri kommunustýrið vil viðmerkingar og góðkenningar. Fíggjarætlanin skal vera fíggjarnevndini í hendi, áðrenn tann 1. September.

2. stk.
Er talan um størri útreiðslur, sum ikki eru innan fyri góðkenda fíggjarætlan, skulu útreiðslurnar ikki berast, uttan góðkenning frá kommunustýrinum.
Keypt skal ikki vera, fyrr enn tilboð eru fingin til vega, og løgd fyri kommunustýrið til støðutakan.

 

§7
Royking/rúsevni

Øll royking/rúsevni er bannað inni á stovninum og á økinum, sum hoyrir til stovnin, meðan stovnurin er opin.

 

§8

Kommunustýrið kann broyta hesa reglugerð