Vit hava ongantíð nøkur viðurskifti við onnur menniskju, uttan at halda ein part av lívi teirra í okkara hondum.

                                                                                                                      K.E. Løgstrup (leystliga umsett)

 

Glað børn

Tykkara børn eru okkara hjartamál. Tí snýr alt okkara arbeiða seg um glað børn. Fyri at børn skula kunna vera glað, so krevur tað umsorgan og nærveru, tað krevur virðing og dirvi, tað krevur tolsemi og samanhald og tað krevur samstarv og burðardygd.

 

Virðing

Virðing er at viðurkenna virði av onkrum. Tá ið vit virða ella vísa virðing fyri onkrum, merkir hetta, at vit viðurkenna, at hetta menniskjað, djórið, tingið, náttúran, ella hvat tað skal vera, hevur virði. Tað hevur virði bara tí, at tað er.

Tað hevur stóran týdning, um børnini skula vera glað, at vit vísa hvørjum øðrum og okkara umhvørvi, at vit hava virði – bara tí vit eru. Um vit ikki vísa virðing, so vísa vit líkasælu og líkasælan er oyðileggjandi – bæði fyri okkum og fyri umhvørvið.

 

Dirvi

Dirvi er at gera okkurt, sjálvt um tú ikki torir. Dirvi er at siga frá, sjálvt um tað er trupult. Dirvi er at standa við tað, ið hevur týdning, sjálvt um onnur eru ímóti. Dirvi er at fylgja einum hugskoti. Dirvi er at leypa um eina á ella klúgva høgt upp, sjálvt um tú ikki torir. Dirvi er at syngja tín yndissang, eisini tá ið hini hoyra. Dirvi er at tora at siga nei, um okkurt er ov vandamikið.

Djørv børn eru glað, tí tey hvíla í sær sjálvum. Tey hvíla í sær sjálvum, tí tey tora, tá ið tey ikki tora.

 

Tolsemi

Tolsemi er evni ella vilji til at góðtaka, at menniskju eru ymisk. Hetta er at skilja og góðtaka, at onnur menniskju kunnu hava aðrar meiningar, aðrar mátar at vera uppá, aðra mentan, aðra trúgv og annað líknandi, enn eg. Tolsemi er at tola, at vit eru ymisk.

Børn, ið vera møtt við tolsemi eru glað, tí tey eru vird fyri tað, tey eru, meina, trúgva o.s.fr., sjálvt um vit ikki altíð skilja. Og børn, sum eru glað, tola, at vera tolsom.

 

Umsorgan

Umsorgan er, at vera góður við, ansa og vísa onkrum ans. Hetta er at syrgja fyri, at børn fáa tað, ið tey hava tørv á fyri at liva og hava tað gott. At syrgja fyri, at tey vera væl viðfarin, og at tey ikki koma til skaða. At syrgja fyri, at tey vaksa og mennast á øllum økjum.

Hetta merkir, at vit geva teimum at eta, tá ið tey eru svong. Loyva teimum at sova, tá ið tey eru móð. Læra tey at lata seg í. Hjálpa teimum, tá ið tey ikki megna. Lurta og klemma, tá ið tey hava tørv á tí. Hjálpa teimum, tá ið tey eru óklár við besta vinin. Vísa áhuga fyri teirra áhugamálum. Forvitnast og læra saman við teimum. Gleðast, tá ið tey eru glað. Og mangt, mangt annað.

Børn, ið fáa umsorgan, eru glað, tí tey fáa tað, sum teimum tørvar. Glað børn kunnu vísa umsorgan fyri øðrum og duga, at síggja hvat ið øðrum tørvar.

 

Nærvera

Er at vera á staðnum og geva uppmerksemi, áhuga, kærleika og umsorgan. Nærvera krevur innlivan, luttøku, og at tú leggur títt hjarta í tað, sum tú tekst við. Tá ið vit eru nærverandi, læra vit onnur og okkum sjálv betri at kenna. Okkara sansaskipan er opin, og vit leggja til merkis ymiskt, sum vit annars ikki ansa. Vit merkja hugløg og kenslur. Vit síggja litir og skap. Vit merkja teksturar og rørslur. Vit lukta og smakka matin, vit eta. Vit lurta og tí hoyra vit tað, ið verður sagt og tað, ið ikki verður sagt. Vit merkja regni á andlitinum, vindin í hárinum og armarnar, ið halda um okkum.

Børn, ið merkja nærveru eru glað, tí tey eru sædd, hoyrd og vird. Glað børn kunnu vera nærverandi yvirfyri øðrum og í tí tey takast við, tí tey eru opin yvirfyri øðrum.

 

Burðardygd

Burðardygd er tað, sum tryggjar ella hevur í sær varandi, positiv úrslit, uttan at oyðileggja tað verandi grundarlagið. Burðardygd fevnir um alt tað, ið vit skula taka okkum væl av og sum skal vera haldgott.

Hetta merkir í okkara samanhangi, at tey sambondini, vit hava við hvønn annan, skulu vera burðardygg, fyri at børnini skulu kunna vaksa upp í einum tryggum umhvørvi. Sambondini gerast burðardygg, tá ið vit taka ábyrgd fyri okkum sjálvum, hvørjum øðrum og teimum sambondunum, vit hava hvørt við annað. Hetta eru øll sambondini, ið eru á einum dagstovni, tað vil siga millum børn, millum børn og foreldur, millum børn og starvsfólk, millum starvsfólk og foreldur og so víðari.

Hetta merkir eisini, at vit skula taka ábyrgd fyri umhvørvinum, vit eru í, bæði úti og inni. Tí um vit ikki taka okkum væl av umhvørvinum vit eru í, so hava vit ongastaðni at vera.

Samanhald

Er at hjálpa, stuðla og verja hvønn annan, bæði tá ið tað gongur væl, og tá ið tað gongur illa.

Tá ið vit halda saman, tá eru vit í parti. Vit eru góð við hvønn annan, vit hjálpa hvørjum øðrum, og vit hava tað stuttligt saman.  Vit halda saman, tá ið vit eru samd, og tá ið vit eru ósamd. Tá ið vit halda saman, eru truplar støður minni truplar, tí vit eru saman í teimum, og vit taka okkum av hvørjum øðrum – og vit loysa avbjóðingarnar saman.

Børn, ið kenna samanhald, hava fingið eitt gott grundarlag at standa á, og tá ið vit hava eitt gott grundarlag at standa á, kunnu vit meira – bæði fyri okkum sjálv og onnur.

 

Samstarv

Er at arbeiða saman um okkurt. Tá ið starvsfólk og foreldur arbeiða saman, kunnu vit lyfta meira – vit megna meira.

Og tá ið vit megna meira, betra vit livikorini og framtíðarmøguleikarnar hjá tykkara børnum. Børn læra av samstarvinum millum vaksin, og tey taka lærdómin við sær í lívinum.

Tá ið vit samstarva, gera vit gerandisdagin lættari hjá hvørjum øðrum. Og tá ið vit samstarva, eru børnini trygg. Alt er bara eitt sindur stuttligari.

 

 

 

 

Dagstovnurin Áarlon
frammi í Forna 1 | 340 Kvívík
tel. 662410 | stovnur@kvivik.fo

Innanhýsis