Samstarv

Felagsskapurin, ið vit skapa saman - børn, starvsfólk, foreldur - er grundarsteinurin undir okkara virksemi. Grundarsteinurin er lagdur við virðing, umsorgan og lagaligheit, tí hetta samstarvið er tað týdningarmesta, um børn skulu trívast og mennast - 'It takes a village to raise a child'. 

Okkara mál er, at tykkara børn skulu hava ein so góðan uppvøkstur, sum vit megna. Og tað gera vit best í samstarvi við tykkum.

Vit hava tørv á tykkara vitan um tykkara børn, tá ið tey eru heima. Og tit hava tørv á okkara vitan um tykkara børn, tá ið tey eru á Áarlon.

Flestu spurningar og ivamál verða svara og loyst í dagliga samskiftinum. Men um okkurt skuldi verið, sum hevur týdninga at tosa nærri um, so seta vit okkum í samband við tykkum ella tit seta tykkum í samband við okkum, so finna vit eina tíð til ein fund.

Haraftrat hava vit fast eina foreldraviðtalu um árið, hendan er vanliga um várið.

 

Upp- og afturlatingartíðir

Stovnurin er opin allar yrkadagar frá kl. 07.15 til kl. 17.00.

Áðrenn kl. 9.30  vilja vit fegin hava fingið boð, um barn tykkara annaðhvørt ikki kemur ella kemur seinni á degnum.

Øll børn eru vælkomin allan dagin 😊

Fyri at tryggja okkum, at barnið er í tryggum hondum, vera tit biðin um at boða starvsfólki á stovuni frá, tá ið barnið fer heim. Vit skula eisini hava boð, um barnið verður heintað av øðrum enn foreldrunum.

Í Coronatíðum eru aðrar treytir galdandi og hesar skifta alt eftir smittustøðu. Hesar fáa tit boð um, so hvørt broytingar eru.

 

Sjúka

Børn, ið eru sjúk, kunnu ikki vera á stovni.

Um barnið er sjúkt, skal boðast frá á stovuni, og um barnið gerst sjúkt, meðan tað er á stovninum, boða vit tykkum frá og tit koma eftir barninum.

Einans lívsneyðugur heilivágur verður givin á stovninum.

 

Svøvnur

Øll børn sleppa at sova, tá ið tey hava tørv á tí, eisini í barnagarðinum. Tey fáa møguleika at sova, tá ið tey vilja og so leingi, sum tey hava tørv á. Tað vil siga, at vit vakja tey ikki. Um svøvnurin er ein trupulleiki, so finna vit saman eina loysn, t.d. kunnu vit leggja barni fyrri at sova.

 

Blæður

Børnini hava blæur við á stovnin.

 

Suttur

Tey børn, sum brúka suttu, skulu hava hesar við.

 

Matur

Børnini skula hava matpakka við til allan dagin – eisini millummála, og um tey drekka mjólk, so skulu tey eisini hava mjólkina við.

Matur og drekka skal havast við í einum ryggsekki, soleiðis at tað er klárt at hava við út. Drekkivørurnar skula vera í drekkidunkum.

 

Føðingardagar

Tá ið føðingardagur er, eru tit vælkomin at hava okkurt við til millummálan tann dagin.

Vit fara ikki heim til børnini at halda føðingardag. Um ynski er, at bjóða heim í føðingardag, so má hetta gerast uttan fyri stovnin.

 

Avtalur um, at børnini fara heim at vitja onnur børn

Hesar avtalur skulu skipast av foreldrunum og gerast uttan fyri stovnin.

 

Klæðir

Børnini skula vera ílatin til at vera virkin bæði úti og inni. Hetta merkir, at roknast skal við, at børnini gerast skitin, og at tað kemur fyri, at klæðir verða oyðiløgd, t.d. av máling o.ø. Áarlon gevur ikki endurgjald fyri oyðiløgd klæðir, so best man vera, um tað børnini eru í, ikki er tað dýrabarasta, tey eiga.

Seinasta fríggjadag í mánaðinum skulu skiftiklæðini heim við.

 

Í klædnarúminum eru

  • 2 x blusur
  • 2 x buksur
  • 2 x sokkar
  • 2 x undirklæðir
  • 1 x gummistivlar
  • 1 x regnklæðir
  • 1 x troyggja
  • 1 x hosir

 

Um veturin

  • 2 x hosir
  • 2 x troyggjur
  • 1 x kavadrakt

 


Frídagar

Stovnurin er stongdur í 4 vikur um summarið.

Vit hava stongt millum jól og nýggjár. Flaggdagin er eisini afturlatið, og grundlógardagin lata vit aftur kl. 12:00.

Vit hava 2 ráðleggingardagar um árið og tá er stovnurin stongdur. Boðað verður frá nær dagarnir eru, minst ein mánaða frammanundan.



Tryggingar

Kommunan hevur tryggjað øll børnini á stovninum.

Dagstovnurin Áarlon
frammi í Forna 1 | 340 Kvívík
tel. 662410 | stovnur@kvivik.fo

Innanhýsis