Upp- og afturlatingartíðir
Stovnurin er opin allar yrkadagar frá kl. 07.15 til kl. 17.00.
Vit vilja fegin hava boð um tykkara barn annaðhvørt ikki kemur, ella kemur seinni á degnum, innan kl 9.00.
Øll børn eru vælkomin allan dagin.
Frídagar
Stovnurin er stongdur í 4 vikur um summarið.
Vit hava stongt millum jól og nýggjár. Flaggdagin er eisini afturlatið.
Vit hava 2 ráðleggingardagar um árið og tá er stovnurin stongdur. Boðað verður frá, nær dagarnir eru, minst ein mánaða frammanundan.
Sjúka
Um barnið er sjúkt, skal boðast frá á stovuni.
Vit taka ikki ímóti sjúkum børnum, og um barnið verður sjúkt, meðan tað er á stovninum, seta vit okkum í samband við foreldrini. Einans lívsneyðugur heilivágur verður givin á stovninum.
Tryggingar
Kommunan hevur tryggjað øll børnini á stovninum.
Feria
Stovnurin er stongdur 4 vikur um árið, vanliga tvær tær seinastu vikurnar í juli og tvær tær fyrstu vikurnar í august.
Frítíðarstovan er opin allan dagin teir dagarnar, ið skúlin er stongdur.
Blæður
Børnini hava sjálvi blæður við á stovnin.
Suttur
Tey børn, sum brúka suttu, skulu sjálvi hava hesar við.
Matur
Børnini eta matpakka, sum tey hava við heimanífrá, um ikki onnur boð eru givin.
Børnini fáa mjólk og millummála frá stovninum.
Føðingardagar
Tá barnið hevur føðingardag, er møguleiki at bjóða okkurt til millummálan á stovuni.