Í Aarlon eru vøggustovurnar skipaðar sum ein eind við tveimum stovum, ið arbeiða saman partar av degnum.

Hendan skipanin gevur fjølbroyttari møguleikar at skipa arbeiði. Til dømis ber til, at skipa seg eftir aldri ella í størri og minni bólkum, soleiðis at ymisku evnini arbeitt verður við, kunnu lagast neyvt til einstaka barnabólkin.

Samstarvið millum stovurnar tryggjar, at børn og vaksin í vøggustovunum kenna hvønn annan væl, og hetta ger, at børnini eru trygg og fræls at ferðast sum tey vilja, millum stovurnar.

Í vøggustovunum verður serliga arbeitt við málmenning, kropsligari menning og sosialari menning,og hetta verður bygt á eitt grundarlag av umsorgan fyri einstaka barninum.

Dagstovnurin Áarlon
frammi í Forna 1 | 340 Kvívík
tel. 662410 | stovnur@kvivik.fo

Innanhýsis