Barnagarðurin er skipaður í eina verkstaðsskipan, ið merkir at ymsu stovurnar hava ymiskar funktiónir/aktivitetir, sum øll børnini hava atgongd til, soleiðis at børnini fáa fleiri møguleikar at virka í.
Innandura hava vit eitt kreativt verkstað, eitt spæliverkstað og eitt náttúru- og tøkniverkstað, haraftrat hava vit eitt rørslurúm, sera góðan garð, bygdina og alla náttúruna kring okkum.
Í skipanini eru tríggjar stovur og hesar stovur virka sum ein eind.
Skipanin er ein fólkaræðisligur karmur, ið skal tryggja børnunum samavgerð og ávirkan á egnan gerandisdag.
Karmurin um okkara verkstaðsskipan skal geva rúm fyri at børn og vaksin kunnu hugsa kreativt; kunnu arbeiða við verkætlanum; kunnu hugsavna okkum um tað, ið upptekur okkum; kunna granska í tí, ið vit halda vera áhugavert og at vit kunna hava ávirkan á innihaldi í okkara gerandisdegi.