- Barnið og í minsta lagi annað av foreldrunum, sum hava foreldramyndugleika/verji, skulu vera skásett og búsitandi í kommununi fyri at fáa stovnspláss í Kvívíkar kommunu.
- Kommunan kann tó í serligum føri gera undantak frá punkt 2, t.d. har barnaverndartænastan hevur givið sítt tilmæli. Tá verður skrivlig avtala gjørd við avvarandi kommunu, har barnið er búsitandi.
- Øll, sum søkja stovnspláss, fáa skrivligt svar frá stovnsleiðaranum um móttøku av umsóknini og við upplýsingum um, nær tey kunna vænta stovnspláss.
- Tá barnið byrjar, skal upptøkuskjal útfyllast við upplýsingum um barnið og foreldur/verja.
- Tá pláss er tøkt, skal fyrsta barnið á upptøkulistanum hava boð um stovnspláss.
- Um foreldur ikki taka av stovnsplássinum, verður barnið ikki flutt afturum á upptøkulistanum, um tey framvegis ynskja stovnspláss.
Foreldur kunnu søkja leiðaran um, at barnið fær farloyvi frá stovnsplássinum í upp til eitt ár í senn við trygd fyri, at barnið fær stovnspláss aftur í kommununi, tá farloyvistíðin er úti. Treytin fyri farloyvi er, at barnið er burtur frá stovnsplássinum í minsta lagi 6 mánaðir. Í serligum førum kann víkjast frá regluni um í minsta lagi 6 mánaðar. Boðast skal frá 1 mánaða áðrenn farloyvi er úti, um barnið kemur aftur ella ikki. - Børn við serligum tørvi koma fram um á upptøkulistanum í teimum førum, har barnaverndartænastan hevur givið eina nágreiniliga lýsing av støðuni hjá barninum. (Her verður hugsað um málsligar, sálarligar og sosialar trupulleikar).
- Tá barnið verður tikið úr plássinum, skal skrivlig uppsøgn latast leiðaranum seinast ein mánaða áðrenn barnið gevst til tann 01. í einum mánaða.