Áarlon

Frammi í Forna 1
340 Kvívík

tel. 662410

 Teldupostur: [email protected]

Leiðari: Gunnvá Edvardsdóttir

tel. 29 24 12 

Kvívíkar kommuna søkir eftir einum námsfrøðingi í tíðaravmarka starv í frítíðarskúlanum. Starvið er 25 tímar um vikuna millum kl 12.00 og 17.00.

Somuleiðis verður søkt eftir námsfrøðingi í tíðaravmarka starv í Ungdómshúsinum. Starvið, sum er tímalønt, er uml 12 tímar um vikuna + 4 tímar ein leygardag um mánaðin.

Hugsar tú kreativt og droymir um at arbeiða við projektum?

Er nærlagni og nærvera akkurát tú?

Sært tú møguleikarnar í okkara nærumhvørvið?

Elskar tú at vera aktiv/ur og at hanga út?

Vilt tú vera saman við okkum, um alt tað, sum er stuttligt, álvarsamt, spennandi og týdningarmikið?

Brennir tú fyri at geva okkara børnum og ungu ein aktivan og spennandi dag, so geva vit tær møguleikan at gera okkurt vilt, sum tú vilt.

Lønar og setanartreytir:

Starvið verða sett frá 1. februar ella eftir nærri avtalu.

Løn- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Um námsfrøðingur ikki søkir, kann hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

Meira kann fáast at vita um starvið við at ringja til Gunnvá Edvardsdóttir leiðara á telefon tlf. 292412.

Umsókn við prógvum, viðmælum og CV skulu vera stovninum í hendi seinasta lagi 2. januar 2019.

 

Dagstovnurin Áarlon

Frammi í Forna 1

340 Kvívík 

This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.