Áarlon

Frammi í Forna 1
340 Kvívík

tel. 662410

 Teldupostur: [email protected]

Leiðari: Gunnvá Edvardsdóttir

tel. 29 24 12 

Kvívíkar kommuna søkir vegna Dagstovnin Áarlon eftir einum námsfrøðingi í tíðaravmarka starv, frá 07.01.19 til 28.06.19, til barnagarðsstovuna Blákollan. Starvið er 32 tímar um vikuna.

 Heldur tú, at spæl skal takast í størsta álvara?

 Hevur tú ein serligan áhuga fyri og vitan um spæl?

 Brennir tú fyri at menna hugflogið?

 Elskar tú kreativar gongdir?

 Hevur tú eyga fyri tí góða samspælinum?

 Hevur tú vitanina og hugin, so hava vit karmarnar.

 Um barnagarðin:

Barnagarðurin er skipaður í eina verkstaðsskipan, ið merkir, at ymsu stovurnar hava ymiskar funktiónir/aktivitetir, sum øll børnini hava atgongd til, soleiðis at børnini fáa fleiri møguleikar at virka í. Í skipanini eru tríggjar stovur við tilsamans 40 børnum, ið vera býtt í ein yngstabólk, ein miðlingabólk og ein elstabólk, og virka hesar stovur sum ein eind. Blákollan er spæliverkstaður burturav og í Blákolluni eru 10 børn, sum flest øll eru 3 ár.

Skipanin er ein fólkaræðisligur karmur, ið skal tryggja børnunum samavgerð og ávirkan á egnan gerandisdag. Karmurin um okkara verkstaðsskipan skal geva rúm fyri, at børn og vaksin kunnu hugsa kreativt; kunnu arbeiða við verkætlanum; kunnu hugsavna okkum um tað, ið upptekur okkum; kunna granska í tí, ið vit halda vera áhugavert og at vit kunna hava ávirkan á innihaldi í okkara gerandisdegi.

Málsetningur okkara er at skapa tryggar, mennandi, spennandi, kreativar og lærandi umstøður fyri børn og vaksin.

Lønar- og setanartreytir:

Starvið verður sett frá 7. januar ella eftir nærri avtalu.

Løn- og setanarviðurskifti er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Meira kann fáast at vita um starvið við at ringja til Gunnvá Edvardsdóttir, leiðara, á telefon tlf. 292412

Umsóknir við prógvum, viðmælum og CV skulu vera stovninum í hendi seinast sunnudagin 2. januar 2019.

Dagstovnurin Áarlon

Frammi í Forna 1

340 Kvívík

This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.