Áarlon

Frammi í Forna 1
340 Kvívík

tel. 662410

 Teldupostur: [email protected]

Leiðari: Gunnvá Edvardsdóttir

tel. 29 24 12 

Ymiskt verður málað í garðinum í løtuni, og hetta verður gjørt nú, meðan børnini eru á stovninum, tí tað ikki er nokk við teimum fýra vikunum vit hava stongt, um vit skula gera alt tað vit gjarna vilja gera í garðinum.
 
Vit gera okkara besta fyri at máling ikki kemur á klæðir og annað hjá børnunu, men vit fáa illa vart okkum fyri øllum. So um tykkara børn hava klæðir ella annað, sum tit/tey eru eym um, so er best ikki at hava tað við í hesum døgum.
 
Afturfyri fáa vit m.a. ein penan hvítan múr, ein nýmálaðan sluppunga, eina nýmálaða borg, borð og benkur verða liðugt málað, og møguleiki er at grava og leggja nýggjan sand meðan stovnurin er stongdur.
 
Við ynskjum um eina góða summarferiu og gleði meg at síggja tykkum aftur í august.
 
Vinaliga Gunnvá