Áarlon

Frammi í Forna 1
340 Kvívík

tel. 662410

 Teldupostur: [email protected]

Leiðari: Gunnvá Edvardsdóttir

tel. 29 24 12 

Hevur tú hug at bróta upp úr nýggjum? Hevur tú hug at ganga nýggjar leiðir?

Kvívíkar kommuna søkir vegna Dagstovnin Áarlon einum námsfrøðingi til frítíðarskúlan og klubbin. Starvið er 35-40 tímar um vikuna.

Somuleiðis verður eisini søkt eftir tímaløntum starvsfólki, at arbeiða bæði í frítíðarskúlanum og í klubbinum. Talan er um tvey størv 10-20 tímar um vikuna.

Í frítíðarskúlanum eru vit í holt við skipa okkum av nýggjum, bæði fyri at kunna geva okkara børnum bestu møguleikarnar at virka í; og við tí fyri eygað, at vit eftir summarferiuna víðka okkara virksemi til eisini at innihalda klubb fyri eldri børn. Hetta virksemi skal vera sett í ein fólkaræðisligan karm, har ein spennandi gerandisdagur skal skipast saman við børnunum, soleiðis at børn og vaksin hava ávirkan, samavgerð, frælsi og ábyrgd í einum umhvørvið, ið er merkt av nærveru og nærlagni.

Í Áarlon seta vit umsorgan í hásæti. Umsorgan fyri barninum og tess menning; og umsorgan fyri trivnaðinum og innihaldinum í gerandisdegnum.

Málsetningur okkara er at skapa tryggar, mennandi, spennandi, kreativar og lærandi umstøður fyri børn og vaksin.

 

Vit vænta, at tú:

  • Ert umsorganarfull/ur og ábyrgdarfull/ur
  • Ert virkisfús/ur og nærlagdur
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert sinnað/ur at samstarva og finna loysnir í einum fjølbroyttum gerandisdegi
  • Ert við til at tryggja børnunum ein innihaldsríkan gerandisdag, ið er merktur av virðing og samavgerð

 

Um tú ert tann, ið vit leita eftir, so kunnu vit bjóða tær:

  • Møguleikan at gera tað, ið tú brennir fyri
  • Møguleikan at menna eitt høgt fakligt støði
  • Møguleikan at seta tín dám á dagligdagin
  • Ein barnabólk, ið gevur tær avbjóðingar, gleði og virkishug
  • Ein væl útgjørdan stovn við óavmarkaðum møguleikum

 

Lønar- og setanartreytir:

Starvið verða sett frá 14. august ella eftir nærri avtalu.
Løn og setanarviðurskifti er sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.
Meira kann fáast at vita um størvini við at ringja til Gunnvá Edvardsdóttir leiðara á telefon tlf. 292412.

Umsóknir við prógvum, viðmælum og CV skulu vera stovninum í hendi áðrenn 2. juli 2017.

Dagstovnurin Áarlon
frammi í Forna 1
340 Kvívík
This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.