Áarlon søkir eftir námsfrøðingum til vøggustovuna, barnagarðin og frítíðarskúlan.

Størvini í barnagarðinum eru 30-40 tímar og 20 tímar í frítíðarskúlanum.

Eitt starv í barnagarðinum og starvið í frítíðarskúlanum eru stuðulsstørv.

 

Áarlon er ein stovnur, har samstarvið er grundarlagið undir øllum virkseminum á stovninum – vit eru øll í parti.

Vit eru góð við hvønn annan, vit hava tað stuttligt saman, vit hjálpa hvørjum øðrum, og tá ið vit eru ósamd, so er tað ikki so farligt, tí vit eru í parti -  vit loysa avbjóðingarnar saman.

Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at okkara umhvørvið er rúmligt og umsorganarfult – vit megna næstan alt saman.

Vit halda, at okkara fak er áhugavert og týdningarmikið. Vit vita, at í okkara arbeiði er altíð meira at læra – vit læra saman og av hvørjum øðrum.

Vit halda, at okkara arbeiði er lívsjáttandi – vit koma glað til arbeiðis og fara glað heim.

Haraftrat hava vit ein fantastiskan stovn, eitt heilt serligt nærumhvørvi og tey fittastu børnini – hvussu heldigur kann man vera?

 

  • Heldur tú námsfrøðiliga fakið vera týdningarmikið og áhugavert?
  • Heldur tú, at umsorganin fyri tí einstaka menniskjanum kemur fyrst?
  • Heldur tú, at samstarv er tað berandi undir øllum námsfrøðiligum virksemi?
  • Hevur tað týdning fyri teg, at tað er stuttligt at vera til arbeiðis?
  • Hevur tú eyga fyri møguleikum og loysnum?

 

Um hetta er nakað fyri teg, so bjóða vit tær hjartaliga vælkomnum í Áarlon.

Størvini verða sett til 1. oktober ella eftir nærri avtalu.

 

Lønar og setanartreytir:

Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í starv.

Meira fæst at vita um starvi við at ringja til Dinu Splidt, varaleiðara, á telefon 292412.

Umsóknir við prógvum, viðmælum og CV skulu vera leiðaranum í hendi seinast sunnudagin 20. september 2020.

 

Dagstovnurin Áarlon
Frammi í Forna 1
340 Kvívík

This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Dagstovnurin Áarlon
frammi í Forna 1 | 340 Kvívík
tel. 662410 | stovnur@kvivik.fo

Innanhýsis