Góðu foreldur

So vóru vit aftur her.

 

Nógv smitta er í løtuni og hetta hevur við sær, at vit hava gjørt munandi broytingar. Broytingarnar eru gjørdar í samráð við Coronaráðgevingina.

Starvsfólkið á stovninum arbeiða á síni egnu stovu, tvs., at ongin gongd er millum stovurnar og ongin gongd er í miðuni á stovninum.

Garðurin er hegnaður av, so at hvør stova hevur sín egna part av garðinum. 

Hetta merkir, at tey, ið skula í Baldursbrá og í Smæruna koma inn gjøgnum stóra portrið, og tey, sum skula í Smæruna fara inn um hegnið, sum stendur við Smæruna.

Tey, ið skula í Blákolluna, Sóljuna og Summardáan ganga um lítla portrið. Tey, sum skula í Summardáan fara yvir til høvuðsdyrnar millum Látipípuna og vøggustovurnar. Tey, sum skula í Sóljuna fara inn um hegnið, sum stendur við Sóljuna.

At skula skipa stovnin soleiðis, leggur eyka trýst á okkara starvsfólkaskipan, tí at starvsfólkið nú bæði letur upp og letur aftur á sínari stovu. Hetta merkir, at somu fólk skula ’dekka’ allan dagin, og at møguleiki er ikki fyri at ’lána’ starvsfólk frá hvørjum øðrum. 

Hetta hevur við sær, at arbeiðstíðirnar hjá starvsfólkunum verða skipaðar eftir teimum boðunum, sum vit fáa frá tykkum. Tískil skulu tit skráseta, nær tykkara børn eru á stovninum:

  • Tit skráseta, um tykkara børn koma á stovn komandi vikuna, tað vil siga, hvørjir dagar tey koma, hvat klokkan tey koma og hvat klokkan, tit koma eftir teimum. 
  • Tit skráseta í skjalinum, sum verður lagt út á Facebookbólkarnar hjá stovuni, ið tykkara barn gongur í. Freistin er fríggjadagin kl 12, eftir hetta eru skjalið ikki til taks.

Um vit ongi boð hava fingið, verður hetta tikið sum boð um, at tykkara børn ikki koma í næstu viku. 

 

  • Børnini skula framvegis hava matpakka við til allan dagin – eisini millummála, og um tey drekka mjólk, so skulu tey eisini hava mjólkina við. Matur og drekka skal havast við í einum ryggsekki, soleiðis at tað er klárt at hava við út. Drekkivørurnar skula vera í drekkidunkum. 
  • Børnini skula hava klæðir við, sum til ber at vera úti í allan dagin og í øllum veðrið.
  • Børnini skulu ikki hava leikur við á stovnin og heldur ikki suttuklútar og líknandi.
  • Børn, ið hava sjúkutekin, skula ikki á stovn. Um tað hendir, at børnini fáa sjúkutekin meðan tey eru á stovninum, ringja vit og tit koma eftir teimum.

 

Vit eru úti so nógv sum til ber og vit halda reinføriskrøvini, fyri at vit so væl sum gjørligt kunnu halda smittuni burtur.

Starvsfólkini eru kanna fyri Covid-19 og eru negativ. Vit heita á tykkum um, eisini at kanna tykkum.

Hetta gera vit, tí at vit ynskja stovnin at vera so tryggan sum til ber hjá okkum og tykkara børnum – væl vitandi um, at onki í hesum døgum er váðaleyst.

Eg veit væl, at hetta er alt annað enn ein ynskistøða, men eg kann vissa tykkum um, at vit gera okkara besta til, at fáa alt at ganga so lagaligt sum tilber.

 

Góð ráð til foreldur eru at finna her:

https://corona.fo/dagstovnaokid

 

Og tilmælini eru at finna her:

https://corona.fo/upload/tinymce/490ce5bea09e58fffa97ea637fdf90fedd0f8108.pdf

 

 

Ring til mín um tit hava spurningar á tlf 292412.

Hesi boð eru galdandi inntil tit fáa onnur boð frá mær.

Vinaligast Gunnvá

Dagstovnurin Áarlon
frammi í Forna 1 | 340 Kvívík
tel. 662410 | stovnur@kvivik.fo

Innanhýsis