Áarlon søkir eftir námsfrøðingum til barnagarðin, talan er um størv á 30-40 tímar um vikuna.

Haraftrat søkja vit eftir barsilsvikari frá 01.08.2020-15.01.2021, starvið er í barnagarðinum og er á 30 tímar um vikuna.

Frítíðarskúlin Hellan søkir eftir námsfrøðingi til stuðulsstarv á 20 tímar um vikuna. Hetta er frá 01.08.2020-01.07.2021.

 

Áarlon er ein stovnur, har samstarvið er grundarlagið undir øllum virkseminum á stovninum – vit eru øll í parti.

Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at okkara umstøður eru rúmligar og umsorgarnarfullar – umsorganin og virðingin fyri einstaka menniskjanum kemur fyrst.

Vit halda, at okkara fak er áhugavert og týdningarmikið. Vit vita, at í okkara arbeiði er altíð meira at læra – vit læra saman og av tí vitan, vit kunnu fáa frá øðrum.

Komandi árið verða vit partur av eini granskingarverkætlan, ið snýr seg um  Professionel Námsfrøðilig Netverk. Tað vil siga, at vit skapa netverk, har vit  arbeiða saman um týdandi námsfrøðilig evni, og soleiðis menna føroyska námsfrøði tvørtur um stovnar og kommunur.

 

  • Heldur tú námsfrøðiliga fakið vera týdningarmikið og áhugavert?
  • Hevur tú áhuga fyri at menna føroyska námsfrøði?
  • Heldur tú, at samstarv er tað berandi undir øllum námsfrøðiligum virksemi?
  • Heldur tú, at umsorganin fyri tí einstaka menniskjanum kemur fyrst?

Um hetta er nakað fyri teg, so bjóða vit tær hjartaliga vælkomnum í Áarlon.

 

Størvini verða sett 17. august ella eftir nærri avtalu.

 

Lønar- og setanartreytir:

Løn og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Um námsfrøðingar ikki søkja, kunnu hjálparfólk verða sett í tíðaravmarkað starv.

 

Meira fæst at vita um størvini og  stovnin við at ringja til Gunnvá Edvardsdóttir, leiðara, á telefon 292412.

Umsóknir við prógvum, viðmælum og CV skulu vera leiðaranum í hendi seinast sunnudagin 9. august 2020.

 

Dagstovnurin Áarlon
Frammi í Forna 1
340 Kvívík

This email address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it.

Vit bjóða tykkum hjartaliga vælkomin í Áarlon og ynskja, at okkara samstarv verður mennandi og gott.