Áarlon

Frammi í Forna 1
340 Kvívík

tel. 662410
[email protected]

Leiðari:
Gunnvá Edvardsdóttir
29 24 12

Summardáin:
292413

Sóljan:
292414

Smæran:
292415

Blákollan:
292416

Baldursbrá:
292418

Hellan:
292411

 Felags málsetningur

Málsetningur okkara er at skapa tryggar, mennandi, spennandi, kreativar og lærandi umstøður fyri børn og vaksin.

Fyri at leggja dent á felagsskapin, arbeiða vit við 'Betri vinir', ið leggur lunnar undir hvussu vit kunnu gerast betri við hvønn annan - og betri saman. Við 'Betri vinir' taka vit støði í virðunum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi.

 

Barnagarðurin

Barnagarðurin er skipaður í eina verkstaðsskipan, ið merkir at ymsu stovurnar hava ymiskar funktiónir/aktivitetir, sum øll børnini hava atgongd til, soleiðis at børnini fáa fleiri møguleikar at virka í.

Innandura hava vit eitt kreativt verkstað, eitt spæliverkstað og eitt náttúru- og tøkniverkstað, haraftrat hava vit eitt rørslurúm, sera góðan garð, bygdina og alla náttúruna kring okkum.

Í skipanini eru tríggjar stovur og hesar stovur virka sum ein eind.

Skipanin er ein fólkaræðisligur karmur, ið skal tryggja børnunum samavgerð og ávirkan á egnan gerandisdag.

Karmurin um okkara verkstaðsskipan skal geva rúm fyri at børn og vaksin kunnu hugsa kreativt; kunnu arbeiða við verkætlanum; kunnu hugsavna okkum um tað, ið upptekur okkum; kunna granska í tí, ið vit halda vera áhugavert og at vit kunna hava ávirkan á innihaldi í okkara gerandisdegi.

 

 Vøggustovan

Í Aarlon eru vøggustovurnar skipaðar sum ein eind við tveimum stovum, ið arbeiða saman partar av degnum.

Hvønn týsmorgun og hvønn hósmorgun eru verkstøð, har tað í løtuni annaðhvørt verður arbeitt við kroppi og rørslum ella vatni.

Hendan skipanin gevur fjølbroyttari møguleikar at skipa arbeiði. Til dømis ber til, at skipa seg eftir aldri ella í størri og minni bólkum, soleiðis at ymisku evnini arbeitt verður við, kunnu lagast neyvt til einstaka barnabólkin.

Í vøggustovuni verður serliga arbeitt við málmenning, kropsligari menning og sosialari menning, og  hetta verður bygt á eitt grundarlag av umsorgan fyri einstaka barninum.

 

Frítíðarskúlin

Í frítíðarskúlanum hava vit sera góðar umstøður til nógvar ymiskar aktivitetir bæði úti og inni.

Vit leggja stóran dent á frælsið og frítíðina hjá einstaka barninum, har barnið í tryggum kørmum er við til at mynda egnan gerandisdag við stuðli frá vegleiðandi vaksnum. Eisini leggja vit dent á, at vísa virðing fyri einstaka barninum við at lurta eftir hvørjum ørðum, tosa siðiliga og vinaliga við og um hvønn annan, hjálpa hvørjum øðrum og geva rúm fyri, at øll kunnu vera ein partur av felagsskapinum.