Áarlon

frammi í Forna 1
FO-340 Kvívík

Leiðari: Gunnvá Edvardsdóttir

tel. 29 24 12 / 66 24 10

Týsdagin 29. august kl. 17 bjóða vit børnum, ungum og foreldrum til fund, viðvíkjandi okkara nýggja ungdómsklubba.
Fundurin verður hildin í okkara nýggju klubbhølum í niðaru hædd í Áarlon.
Vit gleða okkum at síggja tykkum.
Gunnvá, Sigrun, Jan og Sólbrit.

 

Ymiskt verður málað í garðinum í løtuni, og hetta verður gjørt nú, meðan børnini eru á stovninum, tí tað ikki er nokk við teimum fýra vikunum vit hava stongt, um vit skula gera alt tað vit gjarna vilja gera í garðinum.
 
Vit gera okkara besta fyri at máling ikki kemur á klæðir og annað hjá børnunu, men vit fáa illa vart okkum fyri øllum. So um tykkara børn hava klæðir ella annað, sum tit/tey eru eym um, so er best ikki at hava tað við í hesum døgum.
 
Afturfyri fáa vit m.a. ein penan hvítan múr, ein nýmálaðan sluppunga, eina nýmálaða borg, borð og benkur verða liðugt málað, og møguleiki er at grava og leggja nýggjan sand meðan stovnurin er stongdur.
 
Við ynskjum um eina góða summarferiu og gleði meg at síggja tykkum aftur í august.
 
Vinaliga Gunnvá

 

Hevur tú hug og áræði til at skapa ein innihaldsríkan, spennandi, gevandi og mennandi dag, fyri børn og ung í Kvívík?

Hevur tú hug og áræði at bróta upp úr nýggjum?

Vilt tú ganga á odda við einum høgum fakligum støði?

Kom og ger tað saman við okkum. 

Freistin at søkja starv hjá okkum er 1. juli.